Um tygum hava tørv á løgfrøðisligari ráðgeving, eru tygum vælkomin at seta tygum í samband við okkum.
Á Advokatfelagnum arbeiða 7 advokatar. Tilsamans er manningin á skrivstovuni 17 starvsfólk.
Vit veita løgfrøðisliga ráðgeving, vegleiðing og hjálp í øllum viðurskiftum, tað verði seg í privatlívinum, í vinnuligum høpi og hvat viðvíkur viðurskiftum hjá ella við almennar myndugleikar og stovnar.
Felagið kann veita tygum umboðan á øllum stigum í rættarskipanini, tað verði seg Føroya Rættur, Landsrætturin og í Hægstarætti.
Umframt á móðurmálinum, samskifta vit á teimum skandinavisku málunum og á enskum.
|