Skrá
 

Søgan

 

Felagið telur sín uppruna aftur til 12. september 1928, tá Thorstein Petersen, cand. juris við lýsing í Dimmalætting, sum hann málber seg, boðar landsmonnum sínum frá, at hann nú er búsettur í Havn og tekur upp sakføraravirksemi, har hann er at hitta “ í fyrrverandi krambúð hjá Michael Jacobsen í Niels Finsensgøtu fyri fyrst frá kl. 12 – 3.”

 

Tólvti september 1928 verður tí roknaður sum byrjanardagur fyri virksemi felagsins.

 
Virksemi felagsins hevur frá byrjan av snúð seg um alskins vanligt advokatarbeiði, stórt sum smátt, og er hetta framvegis tilfellið. Tað vísti seg tó skjótt, at arbeiði við vinnuligum virksemi og viðurskiftum kom at verða raðfest frammalaga, og gerast týðandi táttur í arbeiðsskránni hjá felagnum, og er hetta framvegis støðan nú trífjórðingsøld seinri.
 
Rættilig ferð kom á gongdina við tí vinnuliga virksemispartinum, tá Leif Waagstein í 1932 kom uppí virkið, ið eins og Thorstein Petersen var vinnulívsmaður av fullum huga.  
 
Felagið hevur støðugt miðað eftir at tryggja landi og landsmonnum eina holla hjálp á løgfrøðisliga økinum og í løgfrøðisligum viðurskiftum, og hava gjøgnum árini nógvir av føroysku advokatunum staðið sína kravdu praktisku upplæring í advokatgerninginum sum fulltrúar hjá felagnum.
Meira
 
 Sendistovan