Skrá
  
  
  
 

Á Advokatfelagnum arbeiða 7 advokatar, ið hava serkunnleika á øllum økjum. Tilsamans er manningin á skrivstovuni 13 starvsfólk.

Vit veita løgfrøðisliga ráðgeving, vegleiðing og hjálp í øllum viðurskiftum, tað verði seg í privatlívinum, í vinnuligum høpi og hvat viðvíkur viðurskiftum hjá ella við almennar myndugleikar og stovnar.

 

Felagið kann veita tygum umboðan á øllum stigum í rættarskipanini, tað verði seg Føroya Rættur, Landsrætturin og í Hægstarætti.

 

Umframt á móðurmálinum, samskifta vit á teimum skandinavisku málunum og á enskum.

 

Vit halda til Yviri við Stond 4 í Tórshavn.

 
 Sendistovan