Skrá
  
 
 

Felagið er, sum navnið sigur, eitt advokatvirki og átekur tað sær alt løgfrøðiligt ráðgevingar- og yrkisarbeiði, umframt at veita viðskiftafólki sínum advokatumboðan í borgarligum og revsirættarligum trætumálum av einumhvørjum slagi og á einumhvørjum stigi í føroyskum einsvæl sum í donskum rættarhøpi, herundir at møta í sakarmálum, sum verða skotin inn fyri landsrættin og hægstarætt í Keypmannahavn.

 

 

Av løgfrøðisligum yrkisøkjum, sum serligur dentur verður lagdur á, er at nevna

 

- partafelagsrættur og annar vinnuligur felagsrættur
- tryggingarrættur
- bankavirksemi
- kontraktsrættur
- rættur um vinnuligt virksemi, harundir ídnaðarvirksemi
- arbeiðsrættur
- sjórættur,
- ognarrættur
- landbúnaðarrættur
- skipabygging
- byggiarbeiðir á landi
- keyp- og søla av skipum
- keyp- og søla av fastari ogn
- fyrisitingarrættur
- fiskivinna
- oljuvinna
- familju- og arvarættur
- trotabúgvavirksemi
- innheintingarvirksemi
- gerðarrættarvirksemi

 
 Sendistovan