Advokatfelagið søkir eftir advokatskrivara-næmingi
Sum advokatskrivara-næmingur á Advokatfelagnum fært tú eina ástøðiliga og praktiska útbúgving á eini skrivstovu, sum hevur bæði føroysk og útlendsk viðskiftafólk.
Tú kemur at arbeiða tætt saman við advokatunum á skrivstovuni. Í arbeiðinum hevur tú stóra ábyrgd, tú skalt kunna arbeiða sjálvstøðugt og hava áhuga í at veita okkara viðskiftafólki góða tænastu.
Arbeiðið á skrivstovu okkara krevur góðan kunnleika til mál. Tað er tí ein fyrimunur, um tú dugir væl at skriva.
Ástøðiligi parturin fer fram á advokatskrivaraskúla í Danmark.
Fyri at koma í læru sum advokatskrivari skalt tú hava eina miðnámsútbúgving.
Áhugaði kunnnu senda eina umsókn við próvskjølum og møguligum viðmælum innan 30. juni 2026.
Advokatfelagið
Lucas Debesargøta
Postrúm 359
110 Tórshavn
Tlf. 203040