Sum næmingur á Advokatfelagnum fært tú eina ástøðiliga og praktiska útbúgving á eini skrivstovu, sum hevur bæði føroysk og útlendsk viðskiftafólk.
Tú kemur at arbeiða tætt saman við advokatunum og skrivarunum á skrivstovuni. Í arbeiðinum hevur tú stóra ábyrgd, tú skalt kunna arbeiða sjálvstøðugt og hava áhuga í at veita okkara viðskiftafólki góða tænastu.
Arbeiðið á skrivstovu okkara krevur góðan kunnleika til mál, og tú skalt duga væl at skriva.
Ástøðiligi parturin fer fram á advokatskrivaraskúla í Danmark.
Fyri at koma í læru sum advokatskrivari skalt tú hava eina miðnámsútbúgving.
Um tú hevur spurningar, kanst tú venda tær til Gunn Ellefsen, advokat, á tlf. nr. 593040 ella við at skriva til ge@lawfirm.fo.
Áhugaði kunnnu senda eina umsókn við próvskjølum og møguligum viðmælum innan 24. august 2023.
Advokatfelagið
Lucas Debesargøta
Postrúm 359
110 Tórshavn
Tlf. 203040