Privatlívspolitikkur

Privatlívspolitikkur 

Hesin politikkur lýsir, hvussu Advokatfelagið viðgerð persónsupplýsingar í sambandi við málsviðgerð sum liður í vanliga advokatvirkseminum, fyrisiting av grunnum og feløgum, skeiðsvirksemi, umframt tá talan er um anti-hvítvask fyriskipanir og vitjan á heimasíðu okkara. 

Advokatfelagið viðger einans neyðugar upplýsingar til at røkka omanfyri nevndu endamálum. Okkara tørvur á at viðgera upplýsingarnar er eisini grundaður á okkara advokatetisku skyldur, m.a. at veita skynsama ráðgeving til okkara klientar. Tá vit viðgera persónsupplýsingar leggja vit stóran dent á einans at viðgera upplýsingar, sum eru viðkomandi og neyðugar í mun til endamálið. Upplýsingarnar verða viðgjørdar lógliga, rímiliga og á ein gjøgnumskygdan og sakligan hátt.  


1.    Dátuábyrgdari

Í/F Advokatfelagið 
Lucas Debesar gøta 8
Postrúm 359
110 Tórshavn 
lawfirm@lawfirm.fo
tlf.nr.: 203040


2.    Viðgerð av persónsupplýsingum 

2.1    Viðgerð í sambandi við advokattænastur 
Advokatfelagið er dátuábyrgdari, tá vit viðgera mál vegna klientar. Sum dátuábyrgdari eru vit tískil varug við, at vit viðgera upplýsingar í trúnaði um okkara klientar, og um aðrar persónar, sum hava tilknýti til málini hjá klientunum. Talan kann vera um vanligar upplýsingar, p-tøl, viðkvæmar upplýsingar og upplýsingar um møgulig revsiverd viðurskifti. 

Tá vit veita tænastur fyri okkara klientar, verður eitt mál stovnað í málsviðgerðarskipan okkara. Vit brúka persónsupplýsingarnar til at samskifta við teg og til at viðgera málið annars. Eisini kunnu upplýsingarnar nýtast til skráseting hjá almennum myndugleikum og stovnum, sum liður í málsviðgerðini. Tað vil ofta verða neyðugt at innheinta p-tal í hesum sambandi. 

Í summum málum vil talan verða um viðgerð av viðkvæmum persónsupplýsingum, so sum upplýsingar um heilsuviðurskifti, yrkisfelagsligt tilknýti, revsiverd viðurskifti og upplýsingar um heilt privat viðurskifti. 
Advokatfelagið kann viðgera persónstøl sambært § 16 í lógini um vernd av persónupplýsingum, m.a. tá viðgerðin er heimilað í lóg, ella klienturin hevur givið sítt samtykki. Hetta verður eitt nú gjørt fyri at fylgja reglunum um hvítvasking og í sambandi við skáseting í almennum skráum, so sum Tinglýsingini ella Skráseting Føroya. 

Upplýsingarnar innsavnast sum meginregla frá okkara klientum. Í øðrum førum verða upplýsingarnar tó innsavnaðar frá eitt nú mótparti og øðrum pørtum í málinum, so sum almennum myndugleikum, fíggingarstovnum, tryggingarfeløgum v.fl. eftir avtalu við klientin. 

Ert tú klientur hjá Advokatfelagnum vil okkara viðgerð av persónsupplýsingum sum útgangsstøði vera grundað á § 8, stk.1, nr. 2, nevniliga at vit hava gjørt eina avtalu við teg um at veita løgfrøðiliga tænastu t.d. við at veita ráðgeving ella at føra eitt rættarmál. Viðgerðin kann eisini vera neyðug sambært § 8, stk. 1, nr. 3 fyri at halda eina rættarliga skyldu ella § 8, stk. 1, nr. 4 fyri at verja altumráðandi áhugamál hjá tær. Er talan um viðkvæmar upplýsingar, er viðgerðin grundað á samtykki ella at viðgerðin er neyðug fyri, at rættarkrav kann sannast, gerast galdandi ella verjast. 

Ert tú mótpartur ella triðipartur í einum máli vil okkara viðgerð vera grundað á § 8, stk. 1, nr. 4 nevniliga, at viðgerðin er neyðug fyri at verja altumráðandi áhugamál hjá skrásetta ella øðrum persóni og § 8, stk. 1, nr. 3 nevniliga, at viðgerðin er neyðug fyri at halda eina rættarliga skyldu. 

Vit burturbeina persónsupplýsingar, tá vit ikki longur hava tørv á at viðgera tær. Í hesum sambandi verður atlit tikið til rættligar skyldur hjá Advokatfelagnum viðv. m.a. lóggávuni um hvítvask, bókhald og eisini atliti til fyrningarreglur. Eisini skal tryggjast, at skyldur eftir advokatetiskum reglum verða hildnar, herundir effektivt at kanna møguligar interessukonfliktir. 


2.2    Viðgerð í sambandi við at røkja skyldur sambært hvítvasklógini 
Hvítvasklógin er galdandi, tá løgfrøðilig tænasta verður veitt við at planleggja ella avgreiða transaktiónir fyri klientar í samband við:

      a.    keyp og sølu av fastari ogn ella fyritøkum,
      b.    umsiting av peningi, virðisbrøvum ella øðrum aktivum hjá klientum,
      c.    opning ella umsiting av banka-, uppsparingar-, ella virðisbrævakontu, 
      d.    móttøku av neyðugum kapitali til at stovna, reka ella leiða eina fyritøku,
      e.    stovning, rakstur ella leiðslu av fyritøkum ella 
      f.    aðra handilsliga ráðgeving.

Hvítvasklógin er harafturat galdandi, um advokaturin vegna klientin og fyri rokningina hjá klientinum ger eina fíggjarliga transaktión ella eina transaktión viðvíkjandi fastari ogn. 

Um tú ert klientur í slíkum málum, verður tú biðin um at útvega dokumentatión uppá samleikaupplýsingar. Advokatfelagið hevur skyldu at innheinta og skráseta hesar upplýsingar. Tá talan er um kapitalfeløg, skulu somu upplýsingar innheintast og skrásetast um veruligu eigararnar í felagnum. 

Talan er um samleikaupplýsingar so sum navn, p-tal, bústað o.l., sum vanliga verður skjalprógvað við avriti av passi ella koyrikorti. Eisini kann útskrift verða heintað frá Skráseting Føroya.
Fyri útlendsk feløg innheintast útskrift frá teimum viðkomandi myndugleikum í landinum ella líknandi dokumentatión. Er talan um útlendingar, kann møguliga vera tørvur á fleiri upplýsingum.
Innheintaðar upplýsingar skulu varðveitast í 5 ár eftir at klientviðurskiftið er uppathildið, og eftir hetta verða upplýsingarnar strikaðar.
Upplýsingarnar verða sum útgangsstøði innheintaðar frá skrásetta sjálvum, og Advokatfelagið hevur skyldu at tryggja, at upplýsingarnar eru rættar og dagførdar. 
Viðgerðargrundarlagið er § 8, stk. 1, nr. 3) í dátuverndarlógini, sum er viðgerð, sum er neyðug fyri at halda eina rættarliga skyldu, sum áliggur dátuábyrgdaranum. 
Advokatfelagið kann eftir hvítvasklógini blíva áløgd at víðarigeva upplýsingar um skrásetta til myndugleikar, so sum løgregluna ella Fíggjareftirlitið. Í so fall er talan eisini um viðgerð, sum er neyðug fyri at halda eina rættarliga skyldu, sum áliggur dátuábyrgdaranum. 


2.3    Skeiðvirksemi 
Um tú ert tilmeldaður skeið hjá Advokatfelagnum, herundir ert starvssettur hjá einum klienti hjá Advokatfelagnum, og luttekur á skeiði hjá Advokatfelagnum, viðgera vit vanligar samskiftisupplýsingar, so sum navn, teldupostbústað, telefonnummar og starvsstað hjá tær.

Talan er um upplýsingar, sum eru innheintaðar frá tær sjálvum ella arbeiðsgevara tínum - um so er, at arbeiðsgevari tín hevur meldað teg til tiltakið. 

Viðgerðargrundarlagið er § 8, stk. 1, nr. 2) í dátuverndarlógini, um tað ert tú sjálv/sjálvur, sum er partur í avtaluni, tí talan er um upplýsingar, sum eru neyðugar til tess at halda avtaluna við teg. Talan kann eisini verða um viðgerðarheimild eftir  § 8, stk. 1, nr. 6) í dátuverndarlógini, sum er at fylgja einum heimilaðum áhugamáli, har áhugamálini ella grundleggjandi rættindi hjá skrásetta ikki ganga framum hetta. 

Vit goyma persónsupplýsingarnar so leingi, sum tað er neyðugt til tess at gjøgnumføra skeiðið og eftirmeta tað. Ert tú starvssettur hjá einum klienti hjá okkum, verða upplýsingarnar goymdar, so leingi, sum vit hava kundasamband við arbeiðsgevara tín, eins og reglurnar í bókhaldslógini áleggja okkum skyldur at goyma ávísar upplýsingar í roknskaparárinum í 5 ár. 

 

2.4    Umsiting av grunnum og feløgum 
Advokatfelagið umsitur fleiri grunnar og feløg, og í hesum sambandi verða persónsupplýsingar viðgjørdar m.a. í sambandi við innkallingar til fundir, viðgerð av umsóknum um legatir v.m.

Talan er um viðgerð av vanligum persónsupplýsingum og samskiftisupplýsingum, so sum navn, teldupostbústað, telefonnummar, lestarstað, starvsstað v.m. Í summum førum kann verða neyðugt at innheinta p-tal. 

Upplýsingar verða innheintaðar frá tær sjálvum ella felagnum, har tú ert limur. 

Viðgerðargrundarlagið er § 8, stk. 1, nr. 6) í dátuverndarlógini, sum er at fylgja einum heimilaðum áhugamáli, har ikki áhugamálini ella grundleggjandi rættindi hjá skrásetta ganga framum hetta. 

Vit goyma ikki persónsupplýsingarnar longri, enn tað er neyðugt. Reglurnar í bókhaldslógini áleggja okkum skyldur at goyma ávísar upplýsingar í roknskaparárinum í 5 ár. 

 

2.5    Vitjan á heimasíðu okkara
Heimasíða okkara nýtir farspor(cookies). Víst verður í hesum sambandi til serstaka kunning um farspor á heimasíðu okkara, www.lawfirm.fo. 


3.    Móttakarar 
Upplýsingar sum Advokatfelagið móttekur verða viðgjørdar í trúnaði. Sum útgangsstøði verða persónsupplýsingar tískil ikki víðarigivnar til 3. mann. 

Sum liður í málsviðgerðini hjá Advokatfelagnum fyri klientin kunnu upplýsingarnar verða deildar við mótpartar, vitnir, fakfeløg, arbeiðsgevarar, kommunur, myndugleikar, dómstólarnar osfr.


4.    Tíni rættindi
Sambært dátuverndarlógini hevur tú rættindi í samband við okkara viðgerð av tínum persóns upplýsingum.

Rætturin til innlit: Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, sum vit viðgera um teg.

Rætturin til rætting: Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg sjálvan rættaðar.

Rætturin til striking: Í summum førum hevur tú rætt til at fáa upplýsingar um teg sjálvan strikaðar, áðrenn okkara ætlaðu striking.

Rætturin til viðgerðaravmarking: Í summum førum hevur tú rætt til at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum avmarkaða. Um tú hevur rætt til at fáa viðgerðina avmarkaða, kunnu vit framyvir sum útgangsstøði bert goyma persónsupplýsingarnar. 

Rætturin til dátuflutning: Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónsupplýsingar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanligum nýttum og teldutøkum sniði, og at fáa hesar persónsupplýsingar fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan uttan forðing.

Rætturin til mótmæli: Tú hevur í summum førum rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum.

Rætturin til ikki at vera fyri individuellari avgerð, sum einans er grundað á automatiska viðgerð.

Umbønin verður svarað skjótast gjørligt, og í seinasta lagi 4 vikur eftir, at hon er móttikin. Um serstøk viðurskifti so sum nøgd og torgreidni gera, at tað er ógjørligt at svara umbønini innan 4 vikur, kann tíðarskeiðið leingjast við 8 vikum. Tú fært serstøk boð frá okkum, um freistin verður longd, og tá umbønin er svarað.

5.    Kæra
Um tú ert ónøgd/ur við, hvussu vit viðgera tínar persónupplýsingar, og úrslitið av tínari áheitan til okkara ikki var nøktandi, kanst tú klaga til Dátueftirlitð:

Dátueftirlitið
Teldupostur: dat@dat.fo
Reyngøta 33
Tinganes, Postboks 300
FO-110 Tórshavn
Tlf.: +298 309 101