Viðskiftatreytir

Viðskiftatreytir

Advokatfelagið hevur skrivstovu á Lucas Debesar gøtu 8, 100 Tórshavn.

Vit eru at hitta á skrivstovuni, á telefonnummar 203040, umframt teldupost lawfirm@lawfirm.fo.

Okkara V-tal er 309265.

Advokatfelagið er eitt íognarfelag við hesum smápartafeløgum sum íognarar:

Sp/f Advokatsmápartafelagið Petur Even Djurhuus, advokatur (skrás.nr. 4160),

Sp/f Advokatsmápartafelagið Jógvan E. Ellefsen, advokatur (skrás.nr. 4161),

Sp/f Advokatsmápartafelagið Ingi Højgaard, advokatur (skrás.nr. 4190) og

Sp/f Advokatsmápartafelagið Gunn Ellefsen (skrá.nr. 5731).

Advokatfelagið hevur klientkontur í BankNordik, Betri Banka, Norðoya Sparikassa og Suðuroyar Sparikassa. Uttan so at annað verður avtalað ella upplýst, verður peningur latin okkum í varðveitslu, settur inn í ein av nevndu peningastovnum.

Um ein banki fer á húsagang, fáa innskjótarar fulnað sambært galdandi lóg um "garantiordning for indskydere og investorer" við í mesta lagi 100.000 euro (umleið 750.000 kr.). Mesta upphæddin fevnir um samlaða innskotið í bankan, sama um peningurin stendur á ymsum kontum, herundir á klientkonto og egnari konto.

Serligar reglur eru galdandi fyri innskot viðvíkjandi fastari ogn, um fasta ognin hevur verið nýtt til, ella fyri tað mesta er ætlað til ikki-vinnuligt endamál. Her er fulnaður fyri upp til 10 milliónir euro, inntil 12 mánaðir eftir upphæddin varð sett inn, og uttan mun til um innskotið stendur á serskilta konto.

Nærri upplýsingar um trygarskipanina eru at finna á heimasíðini hjá "Garantiformuen", www.gii.dk

Advokatarnir á Advokatfelagnum hava loyvi frá Justitsministeriet í Danmark at virka sum advokatar og eru limir í Advokatsamfundet og Advokatfelag Føroya.

Allir advokatar á Advokatfelagnum eru fevndir av ábyrgdartrygging og garantiskipan, sum er teknað hjá trygginarfelagnum TRYG. Ábyrgdartryggingin dekkar alt advokatvirksemið hjá Advokatfelagnum.

Advokatfelagið nýtir ikki vanligar viðskiftatreytir, herundir reglur um lógval og/ella varnarting, uttan eftir beinleiðis avtalu við klientin.

Advokatarnir á Advokatfelagnum eru undir eftirliti av Advokatsamfundet og eru sambært § 126 í rættargangslógini fevndir av reglunum um góðan advokatsið. Afturat hesum eru advokatetisku reglurnar galdandi. Tær reglur, sum serliga eru galdandi fyri advokatvirksemið, finnast á heimasíðini hjá Advokatsamfundet, www. advokatsamfundet.dk

Er ósemja um ómaksløn, og/ella er ein klientur ónøgdur við atburðin hjá einum av advokatunum á Advokatfelagnum, kann klienturin kæra støddina av ómakslønini og/ella atburðin til Advokatnævnet, Kronprinsessegade 28, 1306 København K, www.advokatnaevnet.dk