Viðskiftatreytir - Advokatfelagið Í/F

Viðskiftatreytir - Advokatfelagið Í/F

 

Gildisøki

Viðskiftatreytirnar hjá Advokatfelagið Í/F (Advokatfelagið) eru, um ikki onnur skrivlig avtala er gjørd, galdandi fyri allar uppgávur, sum vit átaka okkum.

 

Advokatfelagið 

Advokatfelagið hevur skrivstovu á Lucas Debesar gøta 8, 100 Tórshavn.

Advokatfelagið er eitt íognarfelag (skrás. nr. 5274), ið hevur hesi smápartafeløg sum íognarar: Advokatsmápartafelagið Petur Even Djurhuus, advokatur (skrás. nr. 4160), Advokatsmápartafelagið Jógvan E. Ellefsen, advokatur (skrás. nr. 4161), Advokatsmápartafelagið Ingi Højgaard, advokatur (skrás. nr. 4190) og Advokatsmápartafelagið Gunn Ellefsen (skrás. nr. 5731).

Okkara V-tal er 309265. 

Allir advokatar, sum starvast hjá Advokatfelagnum, eru tilnevndir av Justitsministeriet í Danmark og eru limir í Advokatsamfundet og Advokatfelag Føroya.

 

Um avgreiðslu av arbeiði hjá Advokatfelagnum

Advokatfelagið avgreiðir uppgávuna samsvarandi krøvunum til atburð og etik í rættargangslógini og Advokatetisku reglunum hjá Advokatráðnum. Advokatfelagið avgreiðir uppgávuna, til hon er loyst, ella til klienturin biður um, at uppgávan skal endast. Advokatfelagið hevur rætt til at enda samstarvið, um klienturin ikki rindar depositum ella skuld til Advokatfelagið, ella um klienturin er insolventur. Advokatfelagið hevur harafturat rætt til at steðga arbeiðinum, um vit meta, at vit ikki longur kunnu taka ábyrgdina fyri ítøkiligu sakini, ella um vit meta, at tað er í áhuganum hjá klientinum, at samstarvið endar.

 

Samsýning og fakturering

Áseting av samsýning tekur støði í ymiskum parametrum. Í metingini inngongur m.a.:
•    hvat slag av arbeiði talan er um
•    hvussu rúgvismikið og torgreitt málið er
•    tey virðir, sum málið fevnir um
•    hvat málið hevur at týða fyri klientin
•    tann við málið atknýtta ábyrgd
•    hvat úrslit spyrst burturúr
•    um talan er um serfrøðingaráðgeving
•    um talan er um hastiarbeiði ella arbeiði uttanfyri vanliga arbeiðstíð
•    hvør tíðarnýtslan er.

Vit kunna seta sum treyt, at klienturin rindar depositum. Í teimum førum, har talan er um leypandi ráðgeving og uppgávur sum taka longri tíð, verður vanliga avroknað leypandi, oftast hvønn mánað, um ikki annað er avtalað.

Klienturin rindar afturat samsýningina útreiðslur, sum vit hava lagt út sum liður í at avgreiða uppgávuna, undir hesum m.a. avgjøld, ferða- og uppihaldsútreiðslur, umframt  í ávísum førum útreiðslur til at taka avrit og fyri at senda skjøl við postinum ella á annan hátt. Alt eftir støddini á upphæddini, sum skal leggjast út, kunnu vit avgera  at leggja út fyri klientin, ella at heita á klientin um at gjalda upphæddina frammanundan.

Klienturin kann fáa eina meting av samsýningini, áðrenn vit byrja uppá eina uppgávu, um klienturin ynskir tað, og um tað í mun til uppgávuna ber til at gera slíka meting. Í brúkaraviðurskiftum geva vit klientinum upplýsingar um samsýningina, áðrenn vit byrja uppá uppgávuna.

Seinkað rindan hevur við sær, at tað verða tilskrivaðar rentur av faktureraðu upphæddini. Um skuldin ikki verður goldin, kann tað hava við sær, at vit traðka út úr málinum umframt øðrum málum, sum vit viðgera fyri klientin.

Meirvirðisgjald (mvg) verður álagt okkara samsýning sambært galdandi lóggávu.

Um klienturin í sínum heimlandi er álagdur at halda kelduskatt aftur av okkara samsýning, skal samsýningin av sær sjálvum hækkast við tí upphædd, sum ger, at Advokatfelagið, eftir tann álagda kelduskattin, móttekur upphæddina svarandi til upprunaligu faktureraðu upphæddina áðrenn kelduskatt.

 

Trúnaður

Øll starvsfólkini hjá Advokatfelagnum  hava tagnarskyldu. Ein og hvør upplýsing frá ella viðvíkjandi klientum okkara, sum vit móttaka í sambandi við eina uppgávu, verður viðgjørd í trúnaði.

 

Habilitetur

Sambært reglunum hjá Advokatsamfelagnum kanna vit, at tað ikki eru habilitetstrupulleikar, áðrenn vit endaliga átaka okkum eina uppgávu. Um tað seinni vísir seg, at tað fyriliggja habilitetstrupulleikar, sum viðføra, at vit mugu siga uppgávuna frá okkum, vísa vit fegin til aðrar advokatar. 

 

Insiderreglur

Starvsfólk hjá Advokatfelagnum eru áløgd innanhýsis reglur, sum uppfylla tey krøv, ið ásett eru í galdandi lóggávu til handfaring av innanhýsis vitan um børsskrásett feløg og avmarking av handli við børsskrásett virðisbrøv.

 

Dátuvernd

Advokatfelagið viðger persónupplýsingar sum dátuábyrgdari, tá Advokatfelagið veitir tænastur fyri okkara klientar. Fyri nærri kunning um okkara viðgerð av persónupplýsingum, verður víst til okkara dátuverndarkunning.

 

Hvítvask

Advokatfelagið er fevnt av lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask og finansiering af terrorisme (hvidvaskloven). Tí hava vit, í tann mun hetta er kravt sambært lógini, skyldu til at savna og varðveita upplýsingar um samleikan hjá klientum okkara.

Samleikaupplýsingar, vit hava innheintað um likamligar persónar, sum liður í ábyrgdini hjá Advokatfelagnum sambært hvítvaskingreglunum, verða bert viðgjørdar við atliti at fyribyrging av hvítvasking og fígging av yvirgangi. Vit viðgera ikki tílíkar samleikaupplýsingar til annað endamál. Vit hava sambært hvítvaskingarreglunum í ávísum førum skyldu til at boða Statsadvokaten for Særlig Økonomisk og International Kriminalitet frá, um illgruni er um ella rímilig orsøk er til at halda, at ein transaktión, peningaogn ella annað virksemi hevur ella hevur havt samband við hvítvasking ella fígging av yvirgangi. Í sambandi við tílíka fráboðan, kunnu samleikaupplýsingar verða sendar víðari til Advokatsamfundet og Statsadvokaten for Særlig Økonomisk og International Kriminalitet.

Samleikaupplýsingar verða goymdar í minst 5 ár eftir, at klientsambandið er steðgað.

 

Ábyrgd, ábyrgdaravmarking og trygging

Advokatfelagið hevur endurgjaldsskyldu eftir vanligu føroysku reglunum um endurgjald fyri avleiðingar av feilum, sum kunnu koma fyri í arbeiðinum hjá Advokatfelagnum, hetta við niðanfyri nevndu avmarkingum.

Tað samlaða endurgjaldið í sambandi við ein skaða kann ikki fara uppum kr. 10 milliónir og er harumframt altíð avmarkað til tað, sum verður útgoldið av ábyrgdartryggingini hjá Advokatfelagnum.
Klienturin kann bara seta fram krav móti Advokatfelagnum og ikki móti einstøkum partnarum, advokatum ella starvsfólkum.

Ábyrgdin fevnir ikki um óbeinleiðis miss, undir hesum m.a. rakstrarmiss, tíðarmiss, miss av vinningi, miss av dátum, mist goodwill og líknandi óbeinleiðis miss, ella miss orsakað av, at ein peningastovnur fer av knóranum.

Ábyrgdin er ikki galdandi fyri arbeiðið hjá øðrum ráðgevum, sum vit eftir avtalu við klientin hava latið avgreiða partar av uppgávuni, ella sum klienturin hevur gjørt samstarvsavtalu við eftir okkara tilvísing.

Advokatfelagið ráðgevur bert um viðurskifti viðvíkjandi føroyskum rætti, og okkara ráðgeving verður einans givin í mun til føroyskan rætt. Um advokatuppgávan krevur ráðgeving um lóggávu uttanlands og útlendskan rætt, mæla vit til, at klienturin setir seg í samband við advokatar á staðnum. Vit vegleiða fegin um útlendskar advokatar, um klienturin ynskir tað. Okkara arbeiði í slíkum pørtum av uppgávuni er ikki at skilja sum ráðgeving um løgfrøðilig viðurskifti uttanlands.
Allir advokatar og fulltrúar á Advokatfelagnum eru fevndir av ábyrgdartrygging og garantiskipan, sum er teknað hjá tryggingarfelagnum HDI GLOBAL SPECIALTY DANMARK, Dansk filial af HDI Global Specialty SE, Tyskland.

 

Nýtsla av ráðgeving

Okkara ráðgeving er snikkað til ítøkilig mál og kann tískil ikki nýtast til annað endamál ella av øðrum, uttan skrivliga góðkenning frá okkum frammanundan. Advokatfelagið kann einans ábyrgdast fyri ta ítøkiligu ráðgevingina, sum er veitt.

Kundin fær neyðugu rættindini til at nýta skrivliga tilfarið, sum Advokatfelagið útvegar kundanum sum liður í løgfrøðiligu ráðgevingini, men Advokatfelagið varðveitir øll upphavsrættindi og onnur immateriel rættindi til tilfarið.

 

Klientkonti

Advokatfelagið umsitur pening á klientkonto eftir galdandi reglum. Peningurin verður settur inn á serligar klientkonti. Rentur (positivar og negativar umframt avgreiðslugjøld), ið verða tilskrivaðar, fella til ella skuldskrivast klientin.

Advokatfelagið hevur klientkonti í BankNordik, Betri Banka, Norðoya Sparikassa og Suðuroyar Sparikassa. Uttan so, at annað verður avtalað ella upplýst, verður peningur, sum vit hava í varðveitslu, fluttur á konto í ein av nevndu peningastovnum.

Advokatfelagið heftir ikki fyri tap av peningi á klientkonto, um tað skuldi hent, at peningastovnurin, har peningurin stendur, fer á húsagang. 

Um ein banki fer á húsagang, fáa innskjótarar fulnað sambært galdandi lov om en garantifond for indskydere og investorer við í mesta lagi € 100.000. Mesta upphæddin fevnir um samlaða innskotið í bankan, sama um peningurin stendur á ymsum konti, herundir á klientkonto og egnari konto. 

Serligar reglur eru galdandi fyri innskot viðvíkjandi fastari ogn, um fasta ognin hevur verið nýtt til, ella fyri tað mesta er ætlað til ikki-vinnuligt endamál. Her er fulnaður fyri upp til € 10 milliónir, í 12 mánaðir eftir upphæddin varð sett inn, og uttan mun til um innskotið stendur á serstakari konto. 
Nærri upplýsingar um trygdarskipanina, ið er nevnd Garantiformuen, eru at finna á heimasíðuni hjá Finansiel Stabilitet, www.fs.dk. 

 

Ósemjur, lógval, varnarting og klagur

Allar ósemjur millum klientin og Advokatfelagið skulu verða avgjørdar sambært føroyskum rætti og varnartingið er eksklusivt vanligu dómstólarnir í Føroyum.

Advokatarnir á Advokatfelagnum eru undir eftirliti av Advokatsamfundet og eru, sambært § 164 í rættargangslógini, fevndir av reglunum um góðan advokatsið. Afturat hesum eru advokatetisku reglurnar galdandi. Tær reglur, sum serliga eru galdandi fyri advokatvirksemið, finnast á heimasíðuni hjá Advokatsamfundet, www.advokatsamfundet.dk

Er ósemja um ómaksløn, ella er ein klientur ónøgdur við atburðin hjá einum av advokatunum á Advokatfelagnum, kann klienturin kæra støddina av ómakslønini ella atburðin hjá advokatinum til Advokatnævnet, Kronprinsessegade 28, 1306 København K, www.advokatnaevnet.dk